Ási Dam 07 Vestur-leikari 07 Vestur og HB hava gjørt leiguavtalu, sum inniber, at 20-ára gamli Ási Pálsson Dam skal leika við 07 Vestur tað, ið eftir er av kappingarárinum.
07 Vestur sett nýggjan høvuðsvenjara Síðani Michael Schjønberg boðaði frá, at hann ynksti at verða loystur úr sáttmálanum hevur felagið leita eftir skikkaðum avloysara. Felagið hevur nú sett Lars Arne Nilsen sum høvuðsvenjara fyribils árið út. Um báðir partar eru nøgdir við samstarvið eftir kappingarenda halda partarnir fram við samstarvinum í 2024.
Michael Schjønberg gevst sum venjari hjá 07 Vestur Michael hevur boðað felagnum frá, at saknurin eftir familjuni er vorðin ov stórur og at hann tí ynskir at fara heim til familjuna í Danmark.
Sámal gjørt sáttmála Í vikuni skrivaði Sámal á Steig undir sáttmála við 07 Vestur og 16-ára gamli málverjin hevur sostatt bundi seg til barndómsfelagið komandi árini.
Magnus Holm Jacobsen til 07 Vestur 07 Vestur og Magnus Holm Jacobsen hava undirskrivað sáttmála, og 22-ára gamli miðvallarin verður sostatt at síggja í nýggjum hvítum búna eftir skiftið frá B36.
Símun Joensen skal venja 2. deild og U21 07 Vestur hevur í dag skrivað undir venjarasáttmála við Símun Joensen, sum fær høvuðsábyrgdina av 2. deildarliði okkara og U21. 
Saman flyta vit okkum framá Í eina tíð hava fótbóltsfeløgini 07 Vestur og MB havt sera jaligar samráðingar um gentufótbóltin í Vágum, og vit gleðast um at boða frá, at feløgini nú fara undir samstarv um gentufótbóltin frá kappingarárinum 2023.
Sølvi verður eisini hjá 07 Vestur í ár Blekkið er næstan ikki vorðið turt, nú vit kunnu fortelja um næsta stríðsmannin, sum eisini hevur valt at skriva nýggjan sáttmála við 07 Vestur.

Kvinnurnar í gongd aftur

17. Jan 2019

Í vikuni hava 07 Vestur og Silva longt sáttmálan, so success-venjarin frá í fjør tekur enn eitt ár við róðrið. Leygardagin kl. 9 verður so eisini ársins fyrsta venjing hjá kvinnunum. Og, sum tað eigur at verða, byrja tær venjingina við morgunmati, góðari samveru og kunning.

les meir

07 Vestur sett nýggjan høvuðsvenjara

25. Nov 2018

07 Vestur hevur gjørt ein 3 ára sáttmála við 35 ára gamla norðmannin Julian Madsen. Hóast ungur,
hevur Julian Madsen drúgvar royndir sum venjari.

les meir

07 Vestur kvinnur meistarar í 2. deild

13. Sep 2018

Við sigri í innanhýsis dysti í kvøld, og ársins síðsta, hava kvinnurnar hjá 07 Vestur tryggja sær meistaraheitið í 2. deild, hóast nærmastu kappingarneytarnir enn hava dystir til góðar.

les meir

Upptakt: 07 Vestur - HB

15. Aug 2018

Pílarnir peika hvør sín veg hjá feløgunum sum í annaðkvøld hittast á Dungasandi. HB hevur vunnið 15 dystir uppí slag í landskappingini, og mugu tí sigast at vera favorittar.

les meir

Nú má røkka ella støkka!

09. Aug 2018

Tað verður lagnudystur á Dungasandi sunnudagin, tá aftasta liðið tekur ímóti næstaftasta liðnum í Betrideildini.

les meir

07 Vestur styrkir álopið

02. Jul 2018

07 Vestur hevur júst gjørt sáttmála við Sonny Jakobsen, sum flytir til 07 Vestur úr Thisted í Nordic Bet-deildini í Danmark. 27-ára gamli danin hevur verið ein av mest skorandu leikarunum 2. og 3. bestu deildini Danmark seinastu árini.

les meir

07 Vestur-dagurin 2018

04. Jun 2018

Týsdagin frá 17-19 verður 07 Vestur-dagurin, eins og undanfarin ár, í 07 Vestur-húsinum í Sørvági. Hugnalig og stuttlig samvera við ókeypis grill, millum børn, ung og vaksin, leikarar, foreldur og onnur.

les meir

Kvinnur góða úrtøku

24. Mai 2018

Hjá kvinnum hava bæði liðini spælt, B-liðið (myndin) sunnudagin við 1-0 sigri á Giza Hoyvík, og A-liðið í kvøld, við 2-0 sigri í toppdystinum móti AB/B71 á Sandi.

les meir