07 Vestur sett enskan høvuðsungdómsvenjara í starv Felagsliðið fyri vestan hevur altíð vektað ungdómsarbeiðið høgt, og síðan Hegga Samuelsen mátti siga høvuðsumgdómsvenjarastarvið frá sær, hevur verið arbeitt við at fylla skógvarnar út eftir hann.
Magnus Powell nýggjur venjari hjá 07 Vestur 07 Vestur hava sett nýggjan høvuðsvenjara eftir at Heðin Askham er givin. Nýggi venjarin, svenski Magnus Powell, byrjar arbeiðið saman við fyrstaliðshópinum longu í hesi vikuni.
Heðin Askham takkar fyri seg Høvuðsvenjari okkara, Heðin Askham, hevur biðiđ um at verđa loystur úr starvinum sum høvuðsvenjar hjá 07 Vesturi.
Bilasølan stuðlar 07 Vestur Í gjár bleiv stuðulsavtala millum Bilasølan og 07 Vestur fyri 2021 undirskriva. Nevndin í 07 Vestur fegnast um,at Bilasølan vil stuðla arbeiðinum hjá 07 Vestur. Tað er alneyðugt hjá lokalítróttinum at hava góðar stuðlar, og tí eru vit takksom fyri stuðulin frá Bilasøluni, sigur Eyðvør Petersen, ið er nevndarlimur í 07 Vestur.
Adidas klæðini seinkað Vit úr Sport 24 Tórshavn eru sera hørm um støđuna viðv. klæðunum, sum vóru bíløgd fyri jól, og sum ikki eru komin enn. Tađ er soleiđis, at Adidas framleiðir ikki við somu orku, sum teir vanligt gera (Hetta skyldast korona støðuna).
Leikskrá 2 er nú klár Niðanfyri er leinkja til leikskrá 2, umframt pdf-fíla til at taka niður.
Upptakt: 07 Vestur - B68 Leygardagin bresta uppflytararnir saman á Dungasandi í spennandi uppgerð um trý sera umráðandi stig. Og, um seinasti dysturin okkara millum er eftirfarandi, verður tað uttan floyalshandskar og við stórum undirhaldsvirði.
Venjingartíðir Venjingartíðirnar fyri várið eru lagdar og finnast millum annað á heimasíðuni, í breddanum ovast.

Eykaaðalfundur 21. februar 2021

03. Feb 2021

Hervið verður kallað inn til eykaaðalfund hjá 07 Vestur sunnudagin 21.02.21 kl. 16.00 í 07 Vestur-húsinum í Sørvági.

les meir

Erling Myklebust til 07 Vestur

02. Feb 2021

07 Vestur hava tryggja sær toppskjúttan hjá Vard Haugesund, 24-ára gamla Erling Myklebust, sum kemur til landið í vikuni úr Noregi.

les meir

Dánial Pauli Lervig skiftir til 07 Vestur

30. Jan 2021

Í vikuni skrivaði Dánjal Pauli Lervig undir sáttmála við 07 Vestur, og hann flytir sostatt úr HB vestur har hann hevur leikt seinastu trý árini.

les meir

Heine Mortensen skal leika við 07 Vestur

25. Jan 2021

Í seinastu viku skrivaði tvørámaðurin Heine Mortensen sáttmála við 07 Vestur, og 29-ára gamli verjuleikarin verður soleiðis partur av besta liðinum hjá 07 Vestur hetta komandi kappingarárið.

les meir

Tór-Ingar tekur enn eitt ár

08. Jan 2021

2021 verður 23. árið í vaksnamannafótbólti hjá mest leikandi og skorandi leikaranum hjá 07 Vestur, Tór-Ingar Akselsen, sum júst hevur undirskrivað nýggjan sáttmála og tekur enn eitt tørn sum leikandi hjálparvenjari hjá 07 Vestur.

les meir

07 Vestur sett styrkivenjara

04. Jan 2021

Pól Hendrikur Andreasen er settur sum styrkivenjari hjá 07 Vestur í ungdóms- og vaksnamannadeildunum, umframt at Hegga og Jens Erik hava longt sáttmálarnar.

les meir

07 Vestur takkar fyri stuðulin

01. Jan 2021

Eftir at fýrverksølan endaði vóru vinnararnir av lutaseðlunum funnir og 07 Vestur takkar fyri stuðulin til fýrverksøluna í ár. Vinnararnir vóru Fróði Nolsøe (battarí), og Jákup Pauli í Eyðanstovu og Sigurd Nordendal (árskort)

les meir

Marjus skrivað sáttmála

30. Des 2020

Marjus Egilstoft Nielsen hevur júst undirskrivað sáttmála við 07 Vestur. 17-ára gamli sandavágsmaðurin verður sostatt eisini ímillum teir, sum skulu kappast við meira royndu leikararnar um pláss á besta liði okkara.

les meir






Komandi dystir


Betri Deildin, menn
27. juli kl. 19:00
07 Vestur - EB/Streymur


Betri Deildin, kvinnur
7. aug kl. 
07 Vestur - Víkingur

 

Betri, menn


Lið D +/- Stig
15 55 41
Víkingur 14 19 31
HB 14 34 30
NSÍ 15 8 27
B36 14 12 24
EB/Streymur 13 -12 12
ÍF 15 -24 11
07 Vestur 14 -30 11
B68 15 -28 9
TB 13 -34 2


Málskjúttar


Martin Petterson 3
Eiler Fróðason 2
Erling Myklebust 2
Teitur Olsen 2
Heine Mortensen 1
Jóannis á Steig 1
Martin Tausen 1
Predrag Jeremic 1
Ragnar Weihe 1
Sølvi Egilsson 1
Tór-Ingar Akselsen 1
Zoran Vujovic 1
sjálvmál 2


Betri, kvinnur


Lið D +/- Stig
11 17 23
EBS/Skála 11 13 21
NSÍ 11 14 20
HB 11 15 18
Víkingur 10 16 17
B36 11 1 16
07 Vestur 10 -20 6
AB/B71 11 -56 0

Málskjúttar


Margit Kwao 4
Evelin 3
Bettieyð Ellingsgaard 2
Kristina Gásdal 1
Ruth Albinsdóttir 1
Sissal Haraldsen 1