Kvinnurnar leggja til brots við steypakappingini Ársins fyrst dystur hjá kvinnum, verður á Dungasandi í annaðkvøld, týskvøldið, kl. 20. Dysturin er í steypakappingini móti KÍ, ið má sigast verða sterkasta mótstøðan, vit hava møtt nakrantíð.
Jóannis á Steig heldur fram Í gjárkvøldið gjørdu 07 Vestur og Jóannis á Steig nýggjan sáttmála. 21-ára gamli sandavágsmaðurin heldur sostatt fram í felagnum, her hann eisini er uppvaksin.
Kvinnurnar í gongd aftur Í vikuni hava 07 Vestur og Silva longt sáttmálan, so success-venjarin frá í fjør tekur enn eitt ár við róðrið. Leygardagin kl. 9 verður so eisini ársins fyrsta venjing hjá kvinnunum. Og, sum tað eigur at verða, byrja tær venjingina við morgunmati, góðari samveru og kunning.
07 Vestur sett nýggjan høvuðsvenjara 07 Vestur hevur gjørt ein 3 ára sáttmála við 35 ára gamla norðmannin Julian Madsen. Hóast ungur, hevur Julian Madsen drúgvar royndir sum venjari.
07 Vestur kvinnur meistarar í 2. deild Við sigri í innanhýsis dysti í kvøld, og ársins síðsta, hava kvinnurnar hjá 07 Vestur tryggja sær meistaraheitið í 2. deild, hóast nærmastu kappingarneytarnir enn hava dystir til góðar.
Upptakt: 07 Vestur - HB Pílarnir peika hvør sín veg hjá feløgunum sum í annaðkvøld hittast á Dungasandi. HB hevur vunnið 15 dystir uppí slag í landskappingini, og mugu tí sigast at vera favorittar.
07 Vestur styrkir álopið 07 Vestur hevur júst gjørt sáttmála við Sonny Jakobsen, sum flytir til 07 Vestur úr Thisted í Nordic Bet-deildini í Danmark. 27-ára gamli danin hevur verið ein av mest skorandu leikarunum 2. og 3. bestu deildini Danmark seinastu árini.

Betri Deildin: Søgan um tveir hálvleikir

13. Apr 2018

07 Vestur sannførandi móti forútsigiligum KÍ-liði í fyrra hálvleiki, men kláraðu ikki at standa móti hamskiftum og sera væl spælandi klaksvíkingum í øðrum hálvleiki. Við 2-3 tapi eiga vit sostatt enn fyrstu stigini til góða á heimavølli.

les meir

Upptakt: 07 Vestur - KÍ

11. Apr 2018

Hóskvøldið kl. 18:00 koma føroyameistarakandidatarnir úr Klaksvík á Dungasand, og á pappírinum sær uppgávan møtumikil út, tí KÍ liggja nummar 1, og vit liggja aftast.

les meir

Venjing í Kvívík

10. Apr 2018

Mikudagin kl. 16:30 verður venjing fyri børn í Kvívík. Øll eru hjartaliga vælkomin. Væntandi verður vant mánadagar og mikudagar, men nærri verður avtalað alt eftir hvussu tað passar børnunum.

les meir

Betri Deildin: Einki stig við Løkin

09. Apr 2018

Tvey skjót mál tá ein tími varð leiktur, løgdu lunnar undir heimasigrinum, hóast vit megnaðu at halda vertunum frá fatinum í stóran part av dystinum. Gilli minkaði um munin, men heldur enn at javna, innkasseraðu vit enn eitt mál í 3-1 ósigrinum í dag.

les meir

Kvinnurnar: A-liðið yvirhálaði við 4-1 sigri á meistarunum

03. Apr 2018

Lagt var upp til ein torføran dyst, tá A-liðið hjá okkum tóku ímóti Ebstr/Skála, sum seinasta ár átti fyrsta pláss í deildini. Bæði liðini løgdu nógv fyri, men hóðast liðini bæði deildust um bóltin frá byrjan, sá skjótt út til at útiliðið ætlaði sær avstað við øllum.

les meir

Kvinnurnar: B-liðið vann 4-2 á AB

03. Apr 2018

07 Vestur, sum seinastu 10 árini ikki hevur havt kvinnulið, stillar í ár upp við heili tveimum liðum. Fyrireikingarnar til kappingina hava gingið væl, men ilt er at meta um lið undan fyrsta umfari, og enn verri at spáða um úrslit. Tað vóru tó við góðum vónum, at 07 Vestur kvinnurnar komu á Dungasand í dag.

les meir

Betri Deildin: Verjufeilir kostaðu

03. Apr 2018

Ringa byrjanin uppá kappingarárið í Betri Deildini helt á við 0-3 tapi móti EB/Streymi. Longu áðrenn hálvleik høvdu tríggir verjufeilir longu kosta okkum møguleikan at fáa nakað burturúr dystinum.

les meir

Venjingartíðir, Sandavágur

02. Apr 2018

...

les meir






Komandi dystir

27. apríl

1. Deild: B36- 07V,      kl. 17.00 

2. Deild: Undrið- 07V, kl. 15.45  

3. Deild: Royn-07V      kl.  



Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
KÍ II 4 12 10
Víkingur II 4 9 10
07 Vestur 4 6 10
NSÍ II 4 -3 6
B68 4 -1 5
Skála II 4 0 4
B71 4 -8 4
HB II 4 -2 3
EB/Streymur II 4 -4 1
B36 II 4 -9 1

Málskjúttar

Solomon Kwao 2
Eirikur Ellendersen 1
Heri Kjærbo 1
Hørður Egilsson 1
Ragnar Weihe 1