Forsíða

Gentur U13 taptu steypafinaluna Vit eru sera stolt av at vit áttu annað liðið í finaluni hjá gentum U13, sum genturnar áttu 100% uppiborið. Tíverri eyðnaðist okkum ikki at vinna dystin og vit máttu taka til takkar við silvurheiðursmerkjunum.
Gentur U13 spæla steypafinalu í morgin! Sunnudagin spældu genturnar seg í finaluna, og longu í morgin, mikudagin 18. septembur kl. 17:00, skal finalan standa. 07 Vestur heitir sjálvandi á allar stuðlar at møta manniliga og stuðla gentum okkara.
Gentur U13 spælt seg í steypafinaluna Fyri løtu síðan spældu okkara gentur seg í steypafinaluna við at vinna á FC Hoyvík. Dysturin endaði 0-0, og eftir longda leiktíð hevði hvørki liðið fingið hol á. Vit vunnu so brotsparkskappingina 5-4, og skulu sostatt møta HB í finaluni.
Vár byrjaði U15 landsdyst Á U15-landsliðinum, sum júst spældi sín annan dyst í U15 Baltic Cup, byrjaði okkara egna Vár Edvardsdóttir. Dysturin móti Estlandi endaði við 1-0 tapi, sum eisini var hálvleikstøðan.
Silas við á U21-landsliðið! Silas við á U21-landsliðið, sum Eli og Hegga hava úttikið at spæla á útivølli móti Montenegro og Norðurmakedónia.
07 Vestur smurdi EB/Streym av á Dungasandi 07 Vestur tóku ímóti EB/streymi á Dungasandi í góðveðrinum í dag. Í eini roynd at sleppa úr botninum møttu gestirnir við fleiri leikarum úr Betri-hópinum í byrjunaruppstillingini.
Kvinnurnar leggja til brots við steypakappingini Ársins fyrst dystur hjá kvinnum, verður á Dungasandi í annaðkvøld, týskvøldið, kl. 20. Dysturin er í steypakappingini móti KÍ, ið má sigast verða sterkasta mótstøðan, vit hava møtt nakrantíð.
Jóannis á Steig heldur fram Í gjárkvøldið gjørdu 07 Vestur og Jóannis á Steig nýggjan sáttmála. 21-ára gamli sandavágsmaðurin heldur sostatt fram í felagnum, her hann eisini er uppvaksin.

3. deild: 07 Vestur - Royn 3-2

06. Apr 2013

Ímeðan dystir vóru avlýstir um alt landið fyri veður, spældu okkara næstbestu í Sandavági í dag, í allar fagrasta veðrið. Eftir hálvleikstøðuna 2-0, gjørdu vit tað óneyðuga spennandi, men fingu vinnandi málið móti endanum.

les meir

The Bubliners

06. Apr 2013

Nú verður aftur høvi at njóta eitt frálíkt kvøld við sangi, skemti og tólnleiki av tí slagnum sum okkum føroyingum dáma best.
Leygarkvøldið tann 20 apríl verður ìtróttarhøllin á Giljanesi nevniliga karmur um eitt megnar tiltak við teim føroysku Dubliners,”The Bubliners”.

les meir

EFFO-deildin: 07 Vestur-NSÌ 1-1

02. Apr 2013

1-1 er eitt fantastiskt úrslit aftaná hendan dystin! Í fyrra hálvleiki spæla vit betur, men í seinna hálvleiki verða vit knústir sundur sum eitt egg Annan Páskadag! Men hóast hetta, fáa vit stig burturúr?

les meir

EFFO-deildin:ÌF - 07 Vestur 3-1

29. Mar 2013

Dysturin verður floytaður í gongd kl 14.00. Uppleggið hjá ÍF er at pressa høgt frá dystarbyrjan og tir hava eisini onkran málmøguleika fyrstu løtuna. Vit megna tó, sum minuttirnir ganga, at fáa yvirtakið. Men, hóast vit hesa løtuna hava bóltin nógv meira, scorar Clayton fyri ÍF í 19. minutti. Løtu seinni bjargar Gango, tá ÍF fyri aðru ferð í dystinum eru nær okkara máli. Seinastu minuttirnar áðrenn hálvleik eru vit farligir einar tvær ferðir, men einki spyrst burturúr.

les meir

07 Vestur søknast eftir gentuvenjarum í Sørvági

25. Mar 2013

Til gentuliðini í Sørvági hevur ikki enn eydnast at finna venjarar til gentuliðini, sum skulu byrja at venja eftir páskirnar

les meir

Smávegis broytingar í nevndini

25. Mar 2013

Á aðafundi fyri tveimum vikum síðan, var nevndin í felagnum øll afturvald. Í dag hevur nevndin skipað seg, og smávegis broyting er.

les meir

Yngru liðini so smátt í gongd, og 2. lið heldur fram við fyrireikingunum

25. Mar 2013

Fyrstu landskappingardystirnir hjá yngru liðunum hava verið í gjár. Dreingir U14 a og b vóru í gongd, men ikki hilnaðist væl, bæði liðini taptu. Eisini 3. deild hevur spælt tveir dystir í vikuni.

les meir

07 Vestur fingið nýggjan samskipara!

20. Mar 2013

Frá í dag av er nýggjur samskipari í felagnum. Tað er Jonhard Magnussen úr Miðvági, sum skal røkja uppgávuna, ið, í stóran mun, knýtir mongu træðrinar í felagnum saman.

les meir






Komandi dystir

 

13/9:   

1. d. m. NSÍ-07Vestur kl. 19.30 í Runavík

14/9:

2. d. m. 07Vestur-B68 kl. 15.30 í Sørvági

3. d. m. Royn-07Vestur kl. 0?.00 í Hvalba 

DU17 07Vestur-Víkingur kl. 1300 í Sørvági


Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur II 22 25 46
NSÍ II 22 14 42
KÍ II 20 23 38
07 Vestur 22 14 38
B68 22 0 31
Skála II 22 -5 24
B71 21 -15 23
B36 II 22 -11 21
HB II 21 -9 20
EB/Streymur II 22 -36 12

Málskjúttar

Niels Mouritsen 8
Solomon Kwao 8
Høgni E. Nielsen 6
Ragnar Weihe 5
Ken Fagerberg 4
Dann Fróðason 3
Hørður Egilsson 3
Eirikur Ellendersen 2
Martin Tausen 2
Asbjørn Heðinsson 1
Heri Kjærbo 1
Jákup S. Olsen 1
Sølvi Egilsson 1
Teitur Olsen 1
Tór-Ingar Akselsen 1