2. lið vunnið venjingardyst í dag Dreingirnir hjá Jovan, okkara lið í 2. deild, vunnu seinnapartin ein venjingardyst. Dysturin varð spældur á Dungasandi í Sørvági móti EB/Streymi, og vit vunnu 2-0. Hørður skoraði bæði málini.
Árskort til keyps Til dystin í morgin verða árskort til sølu. Árskortini, sum geva atgongd til allar heimadystirnar í EFFO-deildini, kosta einans kr. 800, og eru samstundis eisini lutaseðil, har vinningurin er flogferð fyri tvey við Atlantic Airways.
Dagsins Besti móti HB: Ivan Stojkovic Í harðari kapping bleiv Ivan kosin ársins fyrsti Dagsins Besti í Gundadali seinnapartin. Ivan gjørdi tveir ótrúligar bjarginar inni á strikuni, umframt at hann fleiri ferðir kom út at hjálpa verjuni. Hjartaliga tillukku!
EFFO: HB - 07 Vestur 2-0 Vit taptu fyrsta dystin í EFFO-deildini í ár, í dag í Havn móti HB. Eftir ein vánaligan fyrra hálvleik, hevði heimaliðið uppiborið sigurin, men vit tóku okkum upp í 2. hálvleiki, og trýstu teir hart, men fingu tó einki burturúr.
07 Vestur móti NSÍ í steypakappingini Í lutakastinum um 1/8-deilsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið, sum var í 3-2 í kvøld, fingu 07 Vestur heimadyst móti NSÍ. Dysturin verður leiktur 2. apríl.
Venjingardystur: 07 Vestur - Skála 0-0 Seinasti venjingardysturin á hesum sinni endaði málleysur. Bæði liðini løgdu størstan dentin á verjuspæl og satsaðu ikki nógv fyri at vinna dystin. Málmøguleikarnir vóru nærum eingir, so málleysur javnleikur varð eisini rætta úrslitið.
2. lið spælt sín annan venjingardyst Nógv mál komu á Dungasandi í dag, tá vit fingu vitjan av B71. Dysturin endaði heili 4-3 eftir 2-1 í hálvleikinum. Rói Hansen varð stóri spælarin við 4 málum.
Venjingardystur: Skála - 07 Vestur 1-0 Næstseinasti venjingardysturin áðrenn tað verður álvara varð spældur í gjárkvøldið. Vit vóru omaná nærum allan dystin, men møguleikarnir vóru fáir, kanska tveir til hvørt liðið. Einasta og avgerandi málið fingu skálamenn.

Foreldrafundur fyri foreldur at smádreingjum og dreingjum

07. Mar 2012

Leygarmorgunin kl. 10 verður foreldrafundur fyri foreldrum at dreingjum á smádreingja- og dreingjaliðinum. Fundurin verður í SÍF-húsinum. Á skránni vera ymisk viðurskifti, harímillum uttanlandaferð. Foreldur vera eisini biðin um at taka limagjaldið á kr. 400 við. Longu í fjør var...

les meir

Ein lítil umrokkering í nevndini

03. Mar 2012

Nevndin í 07 Vestur hevur valt at umskipa seg eitt lítið sindur á fíggjarøkinum. Eivin Jacobsen, ið áður var valdur sum peningarøkil hevur latið hesa stóru uppgávu frá sær, so tað verður Jóhan F. á Ørg, ið eisini er bókhaldari felagsins, ið skal...

les meir

Nevndin hevur skipað seg

01. Mar 2012

Beint eftir aðalfundin í kvøld, hevði nýggja nevndin fyrsta fundin, har eittans punkt var á skránni, nevniliga at skipa nevndina. Eftir stutt orðaskifti, skipaði nevndin seg soleiðis: Heðin Jørgensen heldur fram sum formaður. Jarnhold Nattestad tekur við...

les meir

5. regluligi aðalfundur 07 Vestur

01. Mar 2012

Í kvøld var 5. regluligi aðalfundur 07 Vestur hildin, hesa ferð í 07 Vestur-húsinum við vøllin á Dungasandi. Nakað av fólki var komið saman lagið var gott! Niðanfyri kann fundarfrásøgn við formannsfrásøgn lesast. Aðalfundur 2012 1. marts...

les meir

Vinnarin av lutakastinum millum málpartabrøvini gjørdist Sunrid Nielsen, Sandavágur

27. Feb 2012

Drigið hevur verið ímillum málpartabrøvini. Hepnið vinnarin av eini flogferð við Atlantic Airways gjørdist Sunrid Nielsen í Sandavági. Vit ynskja Sunrid hjartaliga tillukku við vinninginum! ...

les meir

Silva enn eina ferð í miðlunum í Brasilia

23. Feb 2012

Brasilska heimasíðan globoesporte.globo.com hevur júst lagt eina grein um Silva og 07 Vestur út. Silva greiðir frá hvussu hann endaði í Føroyum eftir at hann flutti frá ungdómsdeildini í Botafogo, og endar við at greiða frá lívinum í Føroyum og menningina av teimum...

les meir

Tey yngstu í Sandavági eisini í svørtum komandi kappingarár!

21. Feb 2012

Í dag er eisini komið á mál við avtalu millum 07 Vestur og SÍF, ið inniber at yngstu deildirnar í Sandavági eisini koma at leika í navni og búna 07 Vestur. Silva hevur verið venjari fyri øllum teimum yngstu í Sandavági, og arbeitt...

les meir

Viðtøkur felagsins

20. Feb 2012

Í samband við aðalfund felagsins, ið lýstur er at vera hóskvøldið 1. marts kl. 19, og annars fyri eina ordans skyld, vera nú eisini viðtøkur felagsins lagdar á heimasíðuna, tó bert í PDF-formatið fyri fyrst, sí her. Aðalfundurin verður...

les meir






Komandi dystir

EFFO-deildin, 19. mars kl. 15:00
07 Vestur - TB/FCS/Royn 0-1

2. deild, 18. mars kl. 14:00
07 Vestur - EB/Streymur 2-0
(venjingardystur)

Fleiri


Stigatalvan

Lið D +/- Stig
TB/FCS/Royn 2 2 6
HB 2 2 4
Víkingur 2 1 4
ÍF 2 1 3
B36 2 0 2
2 0 2
Skála 2 0 2
NSÍ 2 -1 1
EB/Streymur 2 -2 1
07 Vestur 2 -3 0

Dagsins Besti

Ivan Stojkovic
1