Serbi úr Syrianska til 07 Vestur

Annar spælarin í dag at leggjast afturat hópinum hjá 07 Vestur, er Nikola Krcmarevic, sum kemur úr næstbestu deildini í Svøríki til 07 Vestur.

26-ára gamli verjuleikarin, sum eisini kann spæla verjukendur miðvallari, hevur seinasta árið spælt í Syrianska í Superettan, sum er næstbesta deildin í Svøríki. Áður hevur hann spælt í bestu deildini í Serbia og Rumenia, umframt í næstbestu deildini í Grikkalandi.

07 Vestur hava sum mál at staðfesta pláss sítt í bestu deildini hetta komandi kappingarárið, og leitað hevur verið eftir leikarum at styrkja hópin hjá Paula Poulsen. Við tilgongdini í dag av Kyrylo Silich og Nikola Krcmarevic, eru vónirnar betri um framgongd í mun til í fjør, tá liðið endaði á 9. plássi.




Komandi dystir

6. apríl

1. Deild: EBS- 07V,  kl. 17.00 

2. Deild: Vík- 07V,   kl. 16.00  

3. Deild: 07V- NSÍ b,kl. 16.00 



Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
KÍ II 4 12 10
Víkingur II 4 9 10
07 Vestur 4 6 10
NSÍ II 4 -3 6
B68 4 -1 5
Skála II 4 0 4
B71 4 -8 4
HB II 4 -2 3
EB/Streymur II 4 -4 1
B36 II 4 -9 1

Málskjúttar

Solomon Kwao 2
Eirikur Ellendersen 1
Heri Kjærbo 1
Hørður Egilsson 1
Ragnar Weihe 1