Steypavinnarar á Norðoyastevnu

Fyrsta steypið hjá 07 Vestur í ár kom í hús á Norðoyastevnu. Dreingir U14 spældu steypadyst á móti KÍ. Eftir 1-1 javnleik eftir vanliga leiktíð, vunnu okkara dreingir brotsparkskappingina 1-3 og fóru glaðir og vælnøgdir til húsar aftur við steypinum í viðførinum.

Hjartaliga tillukku dreingir!