VÆLKOMIN Á DUNGASAND
Reglar
Á Dungasandi er ikki loyvt at hava:
- Vápn av einhvørjum slagi.
- Lutir sum kunnu nýtast sum leysavápn.
- Spraydósir við gassi, etsandandi ella litandi løði.
- Fýrverk, ljósrakettir, neyðbluss ella aðrar pyrotekniskar lutir.
- Lasarapennar og lasaraljós.
- Rasistiskar og niðrandi bannarar/tilfar.
- Rúsdrekka og rúsevnir.
- Djór av einhvørjum slagi.
Tað er heldur ikki loyvt at:
- Gera av sær uttanfyri wc’ini.
- Seta plakatir upp, útluta smárit, flogseðlar ella líknandi tilfar, uttan við loyvi frá vallarvørðinum.
Treytir
Mett verður í hvørjum einstøkum føri um aðrir lutir, ið ikki eru nevndir, men sum kunnu metast at vera vandamiklir.
Vaktirnar hava rætt til at kanna, um gestir eru til ampa ella vanda fyri onnur, orsakað av rúsdrekka ella rúsevnum, ella um tey hava vandamiklar lutir við inn á stadionøkið.
Kanningin verður gjørd sum rannsókn.
Gestir, ið ikki gera eftir boðum frá vaktunum verða burturvístir. Atgongumerkið verður ikki endurgoldið.
Parkeringsyvirlit á Dungasandi
Heimaáskoðarar verða í størst møguligan mun bidnir um at nýta parkeringsplássini við kirkjuna.
Útiáskoðarar kunnu parkera við eysturendan á vøllinum.
Atgongumerkjakostnaður frá 2023
- Familjukort kr. 500
- Vaksin kr. 100
- Børn og ung upp til 18 ár ókeypis



