Mynd og frásøgn: Jana Jacobsen

U15 dreingir sigraðu í suðri

Undan dystinum á Tvøroyri í dag, sá hendan uppgávan ikki sørt møtimikil út. Óvist var um okkara dreingir yvirhøvur fingu mannað lið, nú fleiri av stuðulsleikarunum ikki vóru tøkir, men hóskvøldið frættist, at suðringarnir høvdu játta at leika 9 ímóti 9.

Tá Smyril loysti klokkan 7 í morgun, manglaði enn ein í hópinum: venjarin sat eftir í Miðvági. Nú vóru góð ráð dýr. Annar venjari var settur til dystin, og ígjøgnum telefon fekk hann vegleiðing frá venjaranum, sum nú hevði fingið eygu í Miðvági. Ikki kann sigast annað enn at væl var vegleitt, tí tá dysturin var bríkslaður í gongd við Stórá, sást einki til hendan ruðuleika, sum valdaði áðrenn dystarbyrjan.

Tað tók ikki leingi hjá okkara dreingjum at leggja seg framum: tíðlja í fyrra hálvleiki bleiv Hjalmar spældur leysur í vinstru síðu, og einsamallur við málmanninum smekkaði hann bóltin í netið til 1-0.

Vit lógu á bóltinum allan hálvleikin, og hetta gav eisini úrslit. Stutt áðrenn hálvleik fekk Marjus bóltin á miðjuni, og sníkti seg snildisliga framvið einum suðringi fyri, og øðrum eftir, áðrenn hann sendi bóltin framvið málmanninum til hálvleikstøðuna 2-0.

Tá komið var út frá hálvleiki, tyktust okkara dreingir at verða blivnir móðir, og tí gjørdu suðringarnir sær dælt av. Miðskeiðis í 2. hálvleiki koma 3 suðringar framat okkara máli, við bert einum verjuleikara. Bjarni stríddist sum úlvur á skóg, fyri at bjarga støðuni, men av tí at eingin av viðleikarunum kom honum til hjálpar, eydnaðist til endans teimum at skora til 2-1.

Hetta tyktist at fáa lív í suðringarnar, sum eftir hetta høvdu mestsum alt spælið teir góðu 20 minuttirnar, sum vóru eftir av dystinum. Tað var tó júst trýstið hjá teimum, sum gav pláss til enn eitt mál til okkum. Heindrikkur fær bóltin á miðjum vølli, men er eltur av trimum verjuleikarum. Eingin teirra kláraði tó at rudda bóltin burtur, og tí kundi Heindrikkur seta bóltin í netið til 3-1.

Suðringarnir áttu tað mesta av spælinum, tað sum var eftir av dystinum, men ongantíð vóru teir meira enn hálvfarligir. Okkara vóru tó nærri við at skora, tá Ísak stutt undan dystarlok sendi eitt fríspart úr vinstru síðu á tvørtræðið.

Hýrurin var góður, tá dómarin floytaði dystin av. Sum Silas segði: "Da man skal hele vejen til Suðriar, kan man lige så godt ta' stigini med hjem!"

Í skrivandi stund er hópurin staddur í Pálshøll, har fyrireikingarnar longu eru farnar í gongd til heimadystin ímóti B71, sum verður spældur 14. apríl.

Liðið: Ólavur, Bjarni, Eiler, Silas, Ísak, Trygvi, Hjalmar, Heindrikur, Marjus og Rói.
Venjari: Richard
Hjálparvenjari: Markus Johansen





Komandi dystir

Betri-deildin, 16. aug. kl. 19:00
07 Vestur - HB

2. deild, 18. aug. kl. 17:30
B68 - 07 Vestur

Kvinnur, 26. aug. kl.
07 Vestur a - 07 Vestur b


 

Fleiri


Betri Deildin

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
HB 18 21 46
18 21 41
NSÍ 18 25 36
Víkingur 18 12 35
B36 17 12 30
EB/Streymur 18 -8 18
Skála 18 -11 18
TB/FCS/Royn 18 -12 15
AB 18 -32 8
07 Vestur 17 -28 7

Málskjúttar

Gilli Samuelsen 6
Kyrylo Silich 2
Sølvi Egilsson 2
Høgni E. Nielsen 1
Ken Fagerberg 1
Ndende 1
Sonny Jakobsen 1


Kvinnur

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
07 Vestur a 11 32 29
AB/B71 9 14 20
TB/FCS/Royn 11 13 19
AB 10 -8 14
ÍF/Víkingur 9 6 12
07 Vestur b 11 -19 8
EBS/Skála (-3) 9 1 7
Giza Hoyvík 10 -39 1


Málskjúttar

Margit M. Kwao 11
Sissal Haraldsen 11
Mona S. Poulsen 6
Julia Niclasen 5
Annika Niclasen 4
Jana Jacobsen 4
Henrikka W. Jacobsen 3
Barbara Prior 2
Bjørk Á. Dalsgaard 2
Sesilia Olsen 2
Kristianna á L. Haraldsen 1
Paula Jensen 1
Sesilia Prior 1