Venjingardystur: 07 Vestur - Skála 0-0

Seinasti venjingardysturin á hesum sinni endaði málleysur. Bæði liðini løgdu størstan dentin á verjuspæl og satsaðu ikki nógv fyri at vinna dystin. Málmøguleikarnir vóru nærum eingir, so málleysur javnleikur varð eisini rætta úrslitið.

Byrjanaruppstillingin: Ivan Stojkovic; Sigtór A. Petersen, Sølvi Egilsson (Gunleif), Petter Bjørlund (Martin), Petur G. Dalbø (Tór-Ingar); Janus S. Samuelsen, Høgni E. Nielsen; Jóannis á Steig (Jákup), Holgar Durhuus, Torstein Mýlingstind; Ken Fagerberg.

Eyka: Silas Eyðsteinsson, Gunleif Magnusarson, Martin Tausen, Tór-Ingar Akselsen, Jákup S. Olsen, Teitur Olsen, Niels Mouritsen.

Umstøðurnar at spæla dystin vóru hampuligar. Nakað av vindi var omaneftir vøllinum, og tað darvaði spælinum eitt sindur. Tað var turt nærum allan dystin.

Bæði liðini fingu skot á innanfyri 5 minuttir. Fyrst var tað Sølvi, sum fekk vinstra beini á, eftir at skálamenn royndu at fáa bóltin vekk aftaná horna. Skotið fór við síðuna av. Minuttin eftir vóru tað gestirnir, sum royndu við langskoti.

Fram til miðjan fyrra hálvleik var dysturin rættiliga javnur. Einki veruligt spæl og nógv mistøk. Eftir hetta virkaði tað sum um Skála fingu betri tak á dystinum. Teir brúktu tað ikki til at seta okkum undir trýst, men lógu framvegis djúpt.

Størsta, og einasta, møguleikan í fyrra hálvleiki fingu skálamenn fáar minuttir fyri hálvleik. Vit mistu bóltin í høgru síðu. Skála spældu inn mitt fyri og ein fekk skot á. Ivan hálvbjargaði, men Martin var fyrstur á returinum og sparkaði vekk.

Stutt eftir hálvleik mundu vit givið gestunum ein møguleika. Ein misskiljing í verjuni gjørdi at ein áloypari mundi fingið fatur á einari langari sending mitt frameftir, men Ivan varð fyrstur á bóltinum.

Annars hálvleikur var eins varin og fyrri. Hvørki liðið satsaði uppá at vinna, men passaðu fyrst og fremst uppá ikki at lata mál ígjøgnum. 

Tá umleið ein tími var farin, fóru vit brádliga í mótálop. Holgar trekti niðaneftir miðjuni við ferð. Ken var frammanfyri og Jóannis í vinstru, men áðrenn hann fekk avleverað, varð hann feldur. Sigtór tók og skotið sá vandamikið út, men málverjin boksaði út.

Umleið 15 minuttir áðrenn leiklok fingu liðini hvør sín møguleika. Fyrst var tað Tór-Ingar, sum fekk skot á eftir langt innkast, men uppum. Síðan fingu Skála fingu fríspark beint frammanfyri miðjuni. Teir sendu bóltin inn í brotsteigin, og vit royndu at skalla vekk. Ein av teimum fekk skot á eitt sindur út við handaru stong, men vit bjargaðu á strikuni.

Seinastu minuttirnar kundu vit avgjøt dystin. Fyrst var tað Tór-Ingar, sum skjeyt úr smáum 20 metrum, flatt við vinstra, men málverjin hevði kontroll á. Og í yvirtíðini fingu vit fríspark í høgru síðu, við síðulinjuna einar 10 metrar frá baklinjuni. Sigtór høgdi til og innleggið hevði kós móti handara horni. Skotið var tó ov spakuligt og málverjin fekk boksað vekk.

Dysturin endaði sostatt málleysur, sum helst hvørgin parturin kann verða ónøgdur við.

Sunnudagin verður tað so álvara. Okkara dreingir skulu til Havnar at spæla móti HB í fyrsta umfari í EFFO-kappingini. Vit síggjast har suðuri!





Komandi dystir

EFFO-deildin, 20. aug. kl. 15:00
HB - 07 Vestur


Fleiri


Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur 18 22 36
NSÍ 18 23 33
18 9 33
B36 18 17 32
HB 18 9 27
EB/Streymur 18 -9 22
Skála 18 -6 20
TB/FCS/Royn 18 -7 20
07 Vestur 18 -25 15
ÍF 18 -33 6

Málskjúttar

Ken
5
Søren
3
Gunleif
2
Holgar
2
Jákup Sveinbjørn
1
Torstein
1
Tór-Ingar
1