
Víkingur - 07 Vestur 2-3
Emil Mikkelsen gjørdist hetjan í Leirvík í gjár, har hann skoraði fyrsta og síðsta málið í sera torføra útidystinum móti sterka Víkingaliðinum. Vertirnir javnaðu tvær ferðir og so skoraðu vit vinnandi málið beint áðrenn síðsta bríksl. Jákup Sveinbjørn fekk mittasta málið við frálíkum skotið eftir sera gott uppspæl.
Liðið: Petur Meinhard Magnussen; Ragnar Nattestad, Emil Mikkelsen, Aristide Tehe, Tórstein Mýlingstind; Jovan Radinovic-Panic, Tór-Ingar Akselsen, Sølvi Egilson (Brandur, 73'), Jákup Sveinbjørn Olsen (Andrias, 73'), Holgar Durhuus; Hørður Johansen (Ásmund, 73').
Eyka: Eli Poulsen, Brandur Heinason, Andrias Eriksen, Ásmund Hansen.
Fyrri hálvleikur var rættiliga javnur, møguliga við Víkinga-yvirvág. Sera fáir málmøguleikar vóru, og fokus var á verjupartin. Vit hava havt fyri vana at koma afturum við einum ella fleiri, so hetta er væl skilligt. Serliga tá hugsa verður um góðu byrjaina uppá kappingarárið, tá tað gingu fleiri umfør áðrenn vit lótu nakað mál.
Vit fingu tó eitt mál, og ársins og dagsins fyrsta frá Emil Mikkelsen, sum nú er 14 málskorari okkara í 12 umfør.
Og, eins og fleiri av síðstu dystunum, vóru vit eisini betri í seinna hálvleiki. Tíverri vóru tað vertirnir, ið, hóast hetta, megnaðu at javna.
Stutt eftir fingu vit nýtt leiðsumál, og tað var kanska besta málið í dystinum. Eftir gott uppspæl fekk Jákup Sveinbjørn bóltin, og hann snaraði hann upp í hornið til 1-2.
Víkingar svaraðu tó aftur enn einaferð og javnaðu til 2-2. Hetta var eisini støðan leingi og tað sá út sum um vit skuldu fara úr Leirvík við bert tí eina stiginum.
Emil vildi tað tó øðrvísi. Í 89. minutti fingu vit horna. Eftir at Víkingar ruddaðu undan var Emil hangandi eftir heilt frammi, og hetta gav eisini úrslit og hann skoraði sigursmálið til 2-3.
Super dreingir, hetta var umráðandi!