Mynd: www.jn.fo

Vit høvdu uppiborðið meira

(Dystarfrásøgn) Vit høvdu fleri góðar møguleikar í fyrra hálvleiki, men fingu bert tað eina málið. Beint fyri hálvleik vendu gestirnir dystinum, og so var mótbrekka. Dysturin endaði 2-3, og vit enda nú á 9. plássið, uttan møguleika at broyta støðuna.

Longu fyrstu minuttirnar hóttu vit NSÍ-málið, við skjótum mótálopum. Fleiri ferðir kom Søren til vandamiklar støður í rúminum aftanfyri Jens Joensen, men vit fingu ikki hol á. Eisini John kom í eina gylta støðu, eftir innlegg, men rakti ikki bóltin, inni undir málinum.

Tað varð ein langur bóltin eftir skjóta umstilling, sum gav okkum fyrsta málið. Søren setti ferð á í holið aftanfyri Jens, og setti bóltin í netið úr spískum, ímillum málverja og fremru stong. Tá var góður hálvur tími farin.

Eftir hetta løgdu gestirnir meira fyri, men fyrstu løtuna hildu vit teimum frá fatinum. Teir høvdu fleiri horna og annars innlegg. Beint fyri hálvleik eyðnaðist teimum so at fáa bóltin í netið, og vit máttu til hálvleiks við støðuna 1-2.

Heilt frá byrjan í seinna hálvleiki sást, at teir svørt/gulu ætlaðu sær meira. Teir sendu nógv fólk framm, og vit megnaðu ikki heilt at fylgja við. 

Tað gav eisini úrslit tá lítil tími var leiktur. Vit mistu bóltin og teir spældu seg ígjøgnum og so eina góða avlevering inn um verju okkara, har Pól Jóhannus Justinussen hamraði bóltin í netið aftanfyri Ivan, uttan at málverji okkara hevði nakran møguleika, til 1-3.

Tað sum restaði í, høvdu vit kontroll á. Fleiri ferðir var nær við, og tá eitt korter restaði í, fingu vit brotspark. John trekti inn í feltið og bleiv skumpaður um koll. Søren bleiv settur at taka, og hann avsluttaði kontant mitt í málið. 2-3.

Beint áðrenn málið, var Ken skiftur inn, og saman við Søren og John, løgdu vit NSÍ undir trýst. Hesar síðstu 20 minuttirnar frá nakað áðrenn seinasta mál okkara og til dystarenda, lógu gestirnir djúpt og ruddaðu bara undan, uttan at royna nakað framrættað.

Vit skaptu fleiri vandamiklar støður, eisini við langskotum frá Asbjørn og John, men fleiri mál komu ikki. 

Eftir tap okkara samstundis sum EB/Streymur vunnu móti HB í Havn, er staðfest, at vit ikki klára at vinna okkum upp um 9. plássið. Vanliga gevur tað niðurflyting, men við óvanligu støðuni í 1. deild, livir vónin enn. Um B68 ikki taka stig móti AB á Argjum leygardagin 14 oktobur, fáa vit enn eitt ár í EFFO-deildini.

Liðið: Ivan Stojkovic; Tór-Ingar Akselsen (Ken, 71.), Martin Tausen, Torstein Mýlingstind, Petur G. Dalbø; Janus S. Samuelsen, Pål Fjelde, Høgni E. Nielsen, Holgar Durhuus (Asbjørn, 67.); John Frederiksen; Søren B. Nielsen.
Eyka: Silas Eyðsteinsson, Niels Mouritsen, Dann Fróðason, Rói Hansen, Asbjørn Heðinsson, Teitur Olsen.




Komandi dystir

Betri-deildin, 27. mei kl. 15:00
07 Vestur - Skála

2. deild, 26. mei kl. 15:00
07 Vestur - NSÍ 

Kvinnur, 23. mei kl. 18:20
AB/B71 - 07 Vestur a


 

Fleiri


Betri Deildin

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
HB 11 14 28
B36 11 13 25
11 10 23
NSÍ 11 11 20
Víkingur 11 3 17
Skála 11 -3 14
EB/Streymur 11 -3 10
TB/FCS/Royn 11 -8 10
AB 11 -12 8
07 Vestur 11 -25 1

Málskjúttar

Gilli Samuelsen 5
Ken Fagerberg 1


Kvinnur

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
07 Vestur a 7 22 19
AB/B71 6 11 13
TB/FCS/Royn 7 7 12
AB 6 -8 7
07 Vestur b 6 -9 7
ÍF/Víkingur 5 -1 5
EBS/Skála (-3) 5 -1 3
Giza Hoyvík 6 -21 0


Málskjúttar

Margit M. Kwao 7
Mona S. Poulsen 6
Sissal Haraldsen 5
Henrikka W. Jacobsen 3
Julia Niclasen 3
Bjørk Á. Dalsgaard 2
Annika Niclasen 1
Barbara Prior 1
Paula Jensen 1
Sesilia Olsen 1
Sesilia Prior 1